Logo
Logo

Meklara mót, frammferðarháttur

Meklara mót, ein duldur uppbođspallur fyri fastognum sølur.

1 . Knýta skipar fyri Meklara mót, við at bjóða teimum ognarmeklarum og/ella advokatum á fund, ið hava søkt um atgongd til viðkomandi fastogn, fyri kundum teirra.

2 Umboðið hjá Knýta luttekur ikki á sjálvum fundinum millum fastognar eigaran og ymisku ognarmeklarar / advokatar. Men skapar bert karmanar fyri fundinum, eins og greiđa frá treytum og frammferđarháttinum.

3. Kunning um, minsta yvirboð og mest loyvda tíð millum boðini o.s.f.r. verður kunna um á fundinum.

4. Ognarmeklari ella advokatur kann umboða fleiri, enn bert tann eina áhugaða keyparan. Og fer hendan umboðanin tá væntandi fram í beinleiðis samskifti við skrivstovu teirra, í meðan bjóða verður. Eitt rímuligt skotbrái má tískil væntast í millum innkomandi boðini.

5. Keyparir, sum ognarmeklari ella advokatur umboða, mugu ikki vera tilstaðar í hølinum har bjóða verður.

6. Fyri at halda trúnaðin um vinandi boðið sum frægast. Má meklari ella advokatur, umboðandi keypara sum tekur seg aftur frá at bjóða meira uppá viðkomandi fastogn. Fara frá hølinum har bjóða verður, áðrenn hildi verður áfram.

Knýta ívf

V-tal: 659843

Skr.nr: 8083

Jákup Nólsøesgøta 18

100-Tórshavn

+298 281242

knyta@knyta.fo