Logo
Logo

Um Knýta

KNÝTA.

Ein egin, óheftur, duldur, tó savnandi, pallur fyri skuffusølur av fastognum í Føroyum.

Her hava fastognareigarar møguleika at lýsa ogn sína dult og uttan hóvasták til sølu í millum aðrar skuffusøluognir hjá ognarmeklara- og advokatfyritøkum í Føroyum.

Og hava skrásettir ognarmeklarir og advokatar í Føroyum umvegis Knýta nú møguleika bæði at leita framm fleiri komandi fastognarskuffukeyp at umboða, men eisini her, at lýsa eftir ávísum ognum sum viðskiftafólk teirra sóknast eftir.

Navnið "Knýta" sipar til, at vit stillisliga og í trúnaði veita fastognareigarum ein munandi størri skuffusølupall at lýsa ogn teirra á, heldur enn bert við at lýsa ognina hjá tí einstøku ognarmeklara- ella advokatfyritøkuni.

Hettar gera vit við at tvinna saman eigara, og ymiskar ognarmeklara- ella advokatfyritøkur við teirra longu undangóðkendu keyparum, har sum partarnir ynskja eitt óalment eigaraskifti av einstøku fastognini.

Knýta fæst óheft og loyniliga einans við at "knýta" samband millum fastognareigaran og ymiskar ognarmeklarar ella advokatar. Og luttekur Knýta tískil hvørki í fíggjarligu flytingum, ella í skeytiskrivan við eini fastognar sølu. Hetta tekur ognarmeklarin ella advokaturin sær av.

Knýta er heilt óheft av fíggingar, ognarmeklara og advokatfyritøkum. Og meta vit tískil at hátturin ið vit bjóða okkara tænastu, er teimum til fyrimunar, sum umhugsað dult at lýsa, mekla ella at keypa eina fastognar skuffusøluogn.

Knýta ívf

V-tal: 659843

Skr.nr: 8083

Jákup Nólsøesgøta 18

100-Tórshavn

+298 281242

knyta@knyta.fo