Logo
Logo

Tænastan sum KNÝTA bjóðar

Tað eru fastognareigarar, ið ynskja at selja ogn sína í loyndum, heldur enn at fara inn í eina opna almenna boðsrundu millum fleiri áhugaðar keyparar, við tí almennu sjónd hetta stig inniber.

Óivað eru tað eisini keyparar, ið fegnir vilja keypa teirra komandi fastogn sum eitt skuffukeyp, og harvið halda keypið og kostnaðin heldur duldan.

Skuffusølu háttir:

Tveir skuffusølu háttir eru hjá fastognareigara at velja í millum.

1. Háttur, er at ognarmeklari ella advokatur ið fyrst søkir um atgongd til upplýsningar um ognina, fær í eina avmarkaða tíð, rættin at royna eina sølu fyri ásettu sølu upphædd. Um ognin ikki er seld eftir hetta tíðarskeið, kann Knýta velja annan ognarmeklara at royna møguleikan.

2. Háttur, er eitt "Meklara mót", sum er ein samankoma í millum fastognareigaran og fleiri ognarmeklarir ella advokatar, fyriskipað av Knýta. Her ognarmeklarir og advokatar umboðandi hvørsínar undangóðkendu keyparir, kappbjóða beinleiðis yvir borið til fastognareigaran. Við einum minsta yvirboðið, sum kunnað verður um.

Hetta verður gjørt soleiðis, at ognarmeklarin ella advokaturin, ið umboðar keyparan, sum leitar eftir fastogn, váttar fyri Knýta, við at biðja um atgongd til ognarsavnið hjá Knýta, at tøk fígging er til tann prísbólk søkt verður um atgongd til, 2-4, 4-6, 6-8, 8-10, 10+ mió.

Síðan fær ognarmeklarin ella advokaturin atgongd til ognir, sum lúka tey krøv, leitað verður eftir, og sum tøka fíggingin hjá keypara røkkur til.

Ognarmeklara- og advokatfyritøkur, fáa her væl størri atgongd til teir ymisku fastognareigarar, sum umhugsað ella ynskja, at selja ogn sína sum eina skuffusølu.

Skuffusølusavn: Her vil leypandi síggjast eitt yvirlit yvir tær fastognir vit hava lýstar sum skuffusølur. Lýst verður her um snið/skap og áleið staðseting, tó uttan myndir og neyvt at staðbinda ognirnar. Hesar upplýsningar má ein søkja um at fáa innlit í.

Viðmerkjast skal at fyrstu 7 dagarnir ognin er lýst í okkara Skuffusølusavnið, er ein "Undanlýsingar tíð".

Undanlýsingartíðin, er tíðin sum ognin skal standa á sølulista okkara, áðrenn søkjast kann um atgongd av ognarmeklara ella advokati.

Skuffukeypsavn okkara er ætla ognarmeklara- og advokatfyritøkum, sum her dulnevnt kunnu lýsa eftir fastognum við ávísari staðseting, prísbólki ella øðrum ynskjum sum viðskiftafólk teirra sóknast eftir.

Fastognareigari: Tænastan hjá okkum er bæði ókeypis og í stóran mun loynilig hjá fastognareigara, um eingin søla spyrst burturúr.

Húsaskoðanin hjá Landsverki, sum kostar uml. 8.000 kr. Má vera tøk áðrenn ognin verður lýst.

Tá ognin verður seld, ráða vit seljara til, í samráð við keypara, at stovna eina ognarskiftistrygging.

Keypari og seljari rinda hvørsína helvt av hesi trygging. Kostnaðurin kann vera ymiskur, alt eftir hvat ogn talan er um, eins og tíðarskeiðið sum tryggingin skal fevna um.

Ein kostnaður á uml. 15.000 kr. í part fyri tílíka trygging, kann hugsast at vera á eini góðari leið.

Hesi tryggingar viðurskifti, vil ognarmeklarin ella advokaturin eisini vegleiða um í sølu tilgongdini.

Keypari, sum ynskir atgongd til skuffusøluognir lýstar hjá Knýta, má gera avtalu við eina føroyska ognarmeklara- ella advokatfyritøku, sum síðan søkir um atgongd fyri keyparan.

Knýta ívf

V-tal: 659843

Skr.nr: 8083

Jákup Nólsøesgøta 18

100-Tórshavn

+298 281242

knyta@knyta.fo